Yndi Fitness

2. februar 2011

Í samband við, at Yndi Fitness flutti ein part av sínum virksemi niðan á Sundsvegin. Vit gjørdu alt tað rustfríða arbeiði, myndir av tí lidna produktinum kunnu síggjast her.

Rustfrítt arbeiði

16. januar 2010

Altan úr rustfrím stáli

Rustfrítt er eitt av okkara sergreinum sum vit seinastu árini hava gjørt meira og meira við. Okkara loysnir eru gjørdar og gjøgnumhugsaðar her, og eru altíð gjørdar eftir tygara ynski. Við okkara royndum kunnu við vegleiða so tað hóskar til okkara veðurlag. Sí fleiri myndir her

Poul Michelsen

27. mai 2009

vidgedHer gjørdu vit yvirbygningin sum sæst á myndini. Yvirbygningurin bleiv gjørdur í túninum á Hoydalsvegnum. Eisini gjørdu vit alt tað rustfríða gelendaraverkið rundan um bygningin, og á altanini

Fleiri myndir

Karlamagnusarbreyt

14. apríl 2009

karlamagnusarbreytVið Karlabagnussarbreyt í Hoyvík verða bygdir bygningar til vinnulívið at leiga ella keypa. Talan er um bygningar til smásøluhandlar, matstovur, hotel, smærri hondverksvirksemi og verkstøð. Í sambandi við skrivstovur er eisini ætlanin at tað verður lættari framleiðsluvirksemi. Her gera vit stuðlarmúrar, fundmentir og brandmúrar fyri Guttesen og Staksberk. Til stuttleika kann nevnast at her eru 2000 mtr av garði og 2000 kubikmetur av betongi eru farin til.

Fleiri myndir

Dansifrøi

14. apríl 2009

Dansifrøði - reist verðurHetta er bygningurin hjá dansifelagnum Dansifrøi. Bygningurin er 600 fermetrar til støddar. Her gera vit alt stoypi arbeiðið, stálarbeiðið og takarbeiðið. Íløtuni eru vit í holt við at gera stálsperrurnar. Okkara partur av arbeiðinum verður væntandi liðugur í juni.

Fleiri myndir